- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú sleppa ATV-arar á vegirnar

Ferðslulógin fær ikki forðað fyri, at lendisfarandi akfør, ATV-arar, skemma náttúruna.

Slíkar ásetingar mugu vera í náttúrufriðingarlógini, ella má ein heilt nýggj lóg gerast um ferðslu á bøi og í haga við svensku lógini sum fyrimynd.

Tað heldur Innlendismálaráðið, sum hevur gjørt uppskot um at broyta ferðslulógina, so hon eisini fevnir um lendisfarandi akfør.

Uppskotið, sum kom í tingið fríggjadagin, gevur lendisfarandi akførum, sum eru arbeiðstól, avmarkað loyvi til at koyra á vegunum. Og koyrikort til bil ella motorsúkklu krevst fyri at koyra lendisfarandi akfar.

Í lógaruppskotinum eru eisini nógv krøv um trygdarútgerð.

Innlendismálaráðið sendi uppskotið til hoyringar og fekk nógvar viðmerkingar um tað.

Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur millum annað, at koyring á almennum vegi við lendisfarandi akførum er ein munandi broyting í verandi ferðslumynstri og kann gerast ein nýggjur vandi fyri ferðslutrygdina.

Føroya Kommunufelag mælir til, at hámarksferðin bara verður 30 km/t í bygdum øki og 50 km/t í óbygdum øki. Men Innlendismálaráðið heldur fast um ávikavist 50 km/t og 60 km/t.

Serliga stúra nógv av teimum, sum hava ummælt lógaruppskotið, fyri náttúrini, fuglalívi og djóralívi.

Fuglafrøðifelagið og Umhvørvisdeildin í Innlendismálaráðnum siga bart út, at besta loysnin hevði verið at banna lendisfarandi akførum á bøi og í haga.

Umhvørvisstovan, Kommunusamskipanin og Kommunufelagið mæla til at seta avmarkingar í náttúrufriðingarlógina.

Innlendismálaráðið ætlar, at broytingarnar í ferðslulógini skulu koma í gildi 1.juni.

Nógv lendisfarandi akfør eru í Føroyum. Tey verða mest brúkt sum arbeiðstól.

Løgtingið hevur longu eitt annað uppskot um lendisfarandi akfør. Tað uppskotið eigur Tjóðveldi, og uppskotið er í Rættarnevndini.