Miðnámsskúlar í samhugaverkfall

Miðnámsskúlar í samhugaverkfall
Týsmorgunin fara Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag í 24 tímar
Næmingarnir á miðnámsskúlunum fáa frí týsdagin, tí lærararnir fara í samhugaverkfall

19.02.2012 - 10:24

Avleiðingarnar av verfallinum hjá pedagogunum raka nú eisini miðnámsskúlarnar

Týsmorgunin fara Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag í 24 tímar.

Tað merkir, at eini 200 lærarar í miðnámsskúlanum leggja arbeiðið niður týsdagin - 150 studentaskúlalærarar og 50 handilsskúlalærarar.

Og tað hevur við sær, at eingin skúlagongd verður á hesum útbúgvingum í Hoydølum, á Kambsdali, í Klaksvík, í Hovi og á Marknagili týsdagin.

Íalt 1700 næmingar fáa frí.

Umframt lærararnar á ymisku skúlunum fara nøkur starvsfólk á skúlabókagrunninum, sum eisini eru limir í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, í samhugaverkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928