Tók hálvt annað ár at avgreiða málið í rættinum

Tók hálvt annað ár at avgreiða málið í rættinum
Eftir drúgt samskifti millum partarnar skuldi málið koma fyri rættin í august í ár, men tað varð útsett til í oktober
Endurgjaldskravið frá Lírabergi var 750.000 kr. fyri bátin og manningina
 
04.12.2014 - 12:59

Partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum í mai í fjør eftir endurgjaldi fyri mista inntøku av makrelfiskiskapinum í 2012.

Kravið er tilsamans 750.000 kr., fyri bátin og teir tríggjar menninar sum eru við bátinum.

Og felagið kravdi eisini, at Fiskimálaráðið varð dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í 2012. 

108 bátar í Sjófeli

Tað vóru 108 útróðrarbátar í samtakinum Sjófeli, sum ikki fekk atgongd til makrelveiðuna í fjør, tí sambært uppgerðini hjá Fiskiveiðueftirlitinum fiskaði tann bólkurin ongan makrel, hóast teir hildu seg eiga rætt til sín part av tilfeinginum.

Treytirnar, sum útróðrarflotin fekk í 2012, vóru so vánaligar, at flotin fiskaði ikki ein stert av makreli.

Eftir at Líraberg hevði stevnt, var samskifti millum partarnar, og tá segði Fiskimálaráðið í svari til Líraberg, at  kunngerðin um at skipa fiskiskapin eftir makreli í 2012 var lóglig, og tí kravdi Fiskimálaráðið frídøming.

Partafelagið Líraberg góðtók ikki svarið, og vildi hava rættin at døma í málinum.

Aftur nógv samskifti

Partafelagið Líraberg helt fast við, at tað ikki var rætt, at útróðrarbátarnir, sum bert hava grunnarnar við Føroyar at virka á, ikki fingu lut í makrelveiðuni, tá aðrir partar av flotanum, sum bert hava loyvi at royna á mið- og fjarleiðum, fingu lut í makrelveiðuni.

Eftir at málið varð lagt fyri rættin, var aftur nógv samskifti millum partarnar, og í mars í ár varð málið klárt at koma fyri rættin í august.

Tá varð málið útsett, og kom fyri rættin seinast í oktober, hálvt annað ár eftir stevningina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV