Sonja Klein verður dómpróstur

Sonja Klein verður dómpróstur
Uni Næs fer í farloyvi í tríggjar mánaðir. Hann skal m.a. kanna, hvønn leiklut átrúnaður hevur í almenna rúminum
 
05.12.2014 - 08:51

Næstu tríggjar mánaðirnar fer Sonja Klein at røkja starvið sum dómpróstur, tí Uni Næs fer í farloyvi.

Tað skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. 

Sonja Klein hevur verið sóknarprestur við Havnar kirkju - Dómkirkjuna - síðani 1994. 

Uni kannar átrúnað

Uni Næs fer í hesum tíðarskeiði at gera annað arbeiðið. 

Hann hevur sett sær fyri at kanna, hvønn leiklut átrúnaður hevur í almenna rúminum, og hvussu átrúnaðurin ávirkar samfelagið, og hvussu samfelagið ávirkar átrúnaðin. 

Tað er fyrstu ferð í føroyskari kirkjusøgu, at ein kvinna er partur av leiðsluni í fólkakirkjuni.

- Óneyðugt er at minna á, at fólkakirkjan eyðvitað tekur undir við javnstøðu, og at kvinnur hava sjálvsagdan rætt at virka í føroysku fólkakirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391