Endurvenjing: Eingin sleptur upp á fjall

Endurvenjing: Eingin sleptur upp á fjall
Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at sjúkrahúsverkið skal hava skyldu at veita fólki endurvenjing, eisini eftir at viðgerðin er liðug
 
05.12.2014 - 10:00

- Eingin sjúklingur verður sleptur uppá fjall, eftir at viðkomandi hevur fingið sína endurvenjing í sjúkrahúsverkinum.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í viðmerking til málið um lógartryggjaðu endurvenjingina til allar borgarar, sum tá avtornaði endaði sum eitt uppskot, sum tryggjar fólki rætt til endurvenjing, meðan tey liggja á sjúkrahúsinum.

Upprunaliga lógaruppskotið fevndi longur og breiðari enn málsøkið hjá landsstýrismanninum sjálvum, og tí steðgaði alt upp. 

Venjing eftir viðgerð á sjúkrahúsi

Karsten Hansen vísir á, at endamálið við tí lógaruppskoti, sum nú er farið til hoyringar, er at áleggja sjúkrahúsverkinum eina skyldu at veita fólki ókeypis endurvenjing - eisini eftir at viðgerðin er liðug.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið er ætlanin at áleggja sjúkrahúsverkinum eina skyldu til at veita borgarum ókeypis endurvenjing, tá lækni hevur staðfest, at tørvur er á tí.

Skotið verður upp at seta í sjúkrahúsverkslógina, at á sama hátt, sum sjúkrahúsini hava skyldu til at veita fólki ókeypis viðgerð, skulu sjúkrahúsini eisini hava skyldu til at veita fólki ókeypis endurvenjing, tá hesi hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing, eisini eftir at viðgerðin er liðug. 

Eins fyri øll

Rætturin til endurvenjing verður tann sami, sum rætturin til viðgerðir sambært sjúkrahúsverkslógini. Tað vil siga, at sjúkrahúsverkið fer at veita ókeypis endurvenjing til sjúklingar, men at sjúkrahúsverkið samstundis raðfestir, hvørji tilboð um endurvenjing sjúklingurin kann verða ávístur til. 

Tilboðið, sum sjúkrahúsverkið veitir, skal tó verða eins fyri allar føroyingar, soleiðis at ein sjúklingur í t.d. Svínoy og ein sjúklingur í Sandavági fáa rætt til somu endurvenjing frá sjúkrahúsverkinum. 

Lógaruppskotið fevnir tó ikki um varandi endurvenjing - sonevnda viðlíkahalds-venjing.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854