Dagtilhald verður skipað á Hamragarði

Dagtilhald verður skipað á Hamragarði
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur heitt á Nærverkið um at seta á stovn dagtilhald á røktarheiminum í Vági

17.02.2012 - 16:15

Sjøtul
verður nú settur á arbeiðið at skipa eitt dagtilhald til pensjónistar við
førleikatarni á røktarheiminum Hamragarði í Vági.

Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í
almannamálum, gjørt av.

Avgerðin
er tikin við støði í einum tilmæli, sum Nærverkið, eftir umbøn frá
Almannamálaráðnum, hevur gjørt.

Í
tilmælinum verður nomið við, hvar og hvussu eitt dagtilhald fyri pensjónistar
við førleikatarni í Suðuroy eigur at verða skipað. Niðurstøðan er, at
bestu karmarnir eru at finna á Hamragarði í Vági. Á Hamragarði eru allir
hentleikar at skipa eitt gott tilboð, harímillum nýggj
venjingarútgerð, venjingarkøkur, góð atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum og atgongd til náttúruna.

Landsstýriskvinnan hevur avgjørt at fylgja tilmælinum, og hevur í dag heitt
á Nærverkið um at fara undir arbeiðið at seta á stovn eitt dagtilhald á Hamragarði
í Vági.

Á fíggjarlógini í ár eru slakar 800.000 krónur settar av til
endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229