Privatir útbyggja havnalagið á Tvøroyri

Privatir útbyggja havnalagið á Tvøroyri
Arbeiðið hevur skund, tí havnin skal verða tøk hjá uppsjóvarskipum, ið fara at landa til Varðan Pelagic í summar

17.02.2012 - 16:06

Tað verður privata felagið N. J. Mortensen, sum fer at byggja havnalagið á Tvøroyri út, soleiðis at uppsjóvarskip sleppa framat at landa til nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic, ið eftir ætlan skal taka ímóti fiski í summar.

Talan er um eina 50 metra langa atløgubryggju, ið skal vera 11 metrar djúp.

Sambært Sosialinum er skotbráið ov stutt, at Tvøroyrar kommuna kann hava djúphavnina lidna longu í summar, og tí hevur felagið N.J. Mortensen tikið um endan.

- Tað var júst fyri, at tað skal ganga skjótt, at vit tóku hesa uppgávuna á okkum, sigur Gudmund Mortensen, stjóri, við Sosialin.

Hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv arbeiðið kostar, einans at talan er um nógvar milliónir. Tað verður fyritøkan Articon, ið fer at standa fyri arbeiðnum at gera nýggju djúphavnina á Tvøroyri.

Borgarstjórin fegnast

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, tekur væl ímóti ætlanini hjá N. J. Mortensen.

- Tað er ikki annað enn at fegnast um, at vit hava virki her á staðnum, sum eru sinnað at átaka sær eina uppgávu sum hesa, sigur Kristin Michelsen við Sosialin.

Eftir ætlan skal Tvøroyrar kommuna seinni yvirtaka djúphavnina frá N.J. Mortensen.

Partafelagið Varðin í Gøtu og partafelagið Delta Seafood á Tvøroyri stovnaðu herfyri Varðan Pelagic.

Ætlanin er, at núverandi flakavirki á Tvøroyri skal útbyggjast, so møguleiki verður fyri at taka ímóti 600 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgrið. Virkið verður bygt soleiðis, at framleiðsluorkan kann økjast upp í 1000 tons.

Nýggja virkið skal eftir ætlan byrja at taka ímóti fiski í summar.

Mynd: Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri skal eftir ætlan taka ímóti fiski í summar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558