Tingið hevur samtykt blokkstuðulin

Tingið hevur samtykt blokkstuðulin
Inntøkuvøksturin verður mótroknaður í heildarveitingini næsta ár, men samgonguflokkarnir eru samdir um, at blokkurin skal ikki fara niður um 615,5 milliónir, so leingi teir sita við valdinum

17.02.2012 - 13:33

Heildarveitingin úr Danmark í ár verður 624,1 millión krónur.

Tað hevur løgtingið samtykt. 21 atkvøður vóru fyri, og 10 atkvøddu ímóti.

Uppskotið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat.

Blokkstuðulin verður nú prístalsviðgjørdur, og tí hækkar hann 8,6 milliónir í ár. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini søgdu, at í ár skal einki mótroknast í ríkisveitingini, men tá samráðst verður um blokkin fyri 2013 skal inntøkuvøksturin í 2011 mótroknast í veitingini við 15 prosentum, sum avtalað er í samgonguskjalinum.

Samgongan er samd um, at blokkurin ongantíð í samgonguskeiðnum skal fara niður um 615,5 milliónir krónur, sum hann var, áðrenn prístalsviðgerðin kom í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522