Arbeiða við at endurskoða fólkaskúlalógina

Arbeiða við at endurskoða fólkaskúlalógina
Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini siga, at Mentamálaráðið hevur fingið tvey álit um fólkaskúlan
 
08.12.2014 - 09:37

Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi til samtyktar um at endurskoða fólkaskúlalógina.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur upplýst fyri nevndini, at Mentamálaráðið arbeiðir við at endurskoða fleiri viðurskifti í skúlanum. Tvey álit eru fyri stuttum latin landsstýrismanninum, sum kunnu vera grundarlag undir politiskari viðgerð av fólkaskúlanum. Av tí at Mentamálaráðið longu arbeiðir við málinum, mælir meirilutin í mentanarnevndini frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi, mælir til at samtykkja uppskotið. 

Ov smalur og bókligur

Minnilutin sigur, at millum skúlafólk tykist semja vera um, at neyðugt er at endurskoða fólkaskúlalógina, og hoyringarpartar hava víst á, at hann er ov smalur og bókligur. Fólkaskúlin er ein skiljimaskina, har 4-5 næmingar í meðal í hvørjum flokki fáa lítið og einki burturur skúlagongdini. 

Tørvur er á einum breiðum skúla, sum í nógv størri mun stimbrar tey handaligu og kreativu evnini, sigur minnilutin í sínum áliti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539