Biðja um 950.000 kr. til Smyril

Biðja um 950.000 kr. til Smyril
Trupulleikar hava verið motorunum á Smyrli, og tí krevst eykajáttan frá fíggjarnevndini sum skjótast
 
08.12.2014 - 10:05

Nú klokkan 10 fór Fíggjarnevndin á fund at umrøða eitt fíggjarnevndarskjal, sum skal hækka játtanina til Strandferðsluna við 950.000 kr., sum skulu nýtast til Smyril.

Í umbønini frá Strandferðsluni til Vinnumálaráðið, verður sagt, at neyðugt er við 950.000 kr. til óvæntaðar útreiðslur umborð á Smyrli.

Neyðugt hevur verið at fáa eitt fólk frá motorverksmiðjuni MAN at koma til Føroya at kanna høvuðsmotor 4 á Smyrli, tí hann í longri tíð hevur havt ymsar trupulleikar.

Haraftrat er neyðugt at skifta turboløðararnar á tveimum av hjálpimotorunum. Motorarnir verða ikki gjørdir longur, men tað hevur eydnast Strandferðsluni at fáa fatur á tveimum nýggjum løðarum.

At kanna høvuðsmotor 4 á Smyrli fer at kosta 500.000 kr., og teir báðir løðararnir, sum skulu keypast, kosta 450.000 kr.. Samlaða umbønin til Fíggjarnevndin er tí tilsamans 950.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961