Strandfaraskipini sigla allar dagar í árinum

Strandfaraskipini sigla allar dagar í árinum
Grundarlagið undir uppskotinum hjá Sirið Steenberg og Pálli á Reynatúgvu er burtur, heldur samgongan í Vinnunevndini
 
08.12.2014 - 10:15

Samgonguflokkarnir í Vinnunevndini halda, at grundarlagið undir uppskotinum hjá Sirið Steenberg og Pálli á Reynatúgvu í Tjóðveldi um at herða flutningsskyldina hjá landinum, er burtur, tí í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2015 er lagt uppfyri, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum.

Teir mæla tí frá samtykkja uppskotið.

Men meirilutin í Vinnunevndini heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at bera so í bandi, at strandfaraskipini eisini sigla jóladag í ár. 

Minnilutin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, mælir til at samtykkja uppskotið. Minnilutin sigur seg fegnast um, at eftir at hetta uppskotið er lagt fram fleiri ár á rað, hevur tað loksins eydnast at fáa siglingina raðfesta á fíggjarlógini fyri 2015. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659