Álitið til fíggjarlóg verður lagt fram í morgin

Álitið til fíggjarlóg verður lagt fram í morgin
Fíggjarlógin kemur væntandi til aðru viðgerð seinni í vikuni
Bárður Nielsen og hini i fíggjarnevndini leggja nú seinastu hond á álitið til fíggjarlógina
 
08.12.2014 - 14:39

Fíggjarnevndin verður liðug at skriva álit til fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 í dag, og álitið verður lagt fram í morgin.

Tað upplýsir Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini.

Tí kann væntast, at fíggjarlógin kemur til aðru viðgerð seinni í vikuni.

Hallið í uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, er 140 milliónir kr., men í 2016 væntar landsstýrið at hava 5,3 milliónir í avlopi. Og í 2017 verður avlopið 79 milliónir kr., væntar landsstýrið.

Nýggjar inntøkumetingar

Nýggjastu inntøkumetingarnar, sum fíggjarnevndin hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum, vísa, at landsskatturin verður sjey milliónir størri enn mett í september. Partafelagsskatturin verður níggju milliónir størri, og kapitalvinningsskatturin verður mettur at geva 19 milliónir meiri. 

Fíggjarmálaráðið væntar at fáa átta milliónir meiri í meirvirðisgjaldi enn mett í september. Hinvegin verður avgjaldið á makreli og sild 11 milliónir minni enn mett, og nú fleiri oljufeløg hava latið síni loyvi innaftur, minkar inntøkan frá víddargjaldi 30 milliónir kr. 

Sambært hesum eru tilsamans tvær milliónir krónur á muni millum inntøkumetingina nú og í september

Uppskotið um fíggjarlóg skal verða avgreitt fyri nýggjár. Vanliga plagar tingið at avgreiða fíggjarlógina, áðrenn farið verður í jólafrí. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045