- Tíðindi, mentan og ítróttur
40.000 tons av makreli í ES-sjógvi næsta ár
Hóast skotar og hetlendingar royndu at leggja trýst á fiskivinnumyndugleikarnar í Brússel um at minka nøgdina av makreli, sum føroyingar kunnu fiska í ES-sjógvi, so minkar nøgdin bert samsvarandi samlaðu nøgdini av makreli, sum semja er um at fiska.
Føroyar og ES gjørdu í gjár avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2015.
Atalan er lík avtaluni í ár, men nakrar smáar broytingar eru gjørdar.
Sínámillum atgongdin at fiska makrel lækkar við umleið 15 prosentum samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni, so Føroyar í 2015 hava møguleika at fiska sløk 40.000 tons av makreli í ES sjógvi. Skip frá ES kunnu fiska somu nøgd í føroyskum sjógvi.
25.000 tons av svartkjafti
Sínámillum atgongdin at fiska svartkjaft í økinum hjá hvørjum øðrum er óbroytt, so at partarnir hava atgongd at fiska 25.000 tons av svartkjafti hjá hvørjum øðrum. Harumframt fáa føroysk skip eina kvotu í ES sjógvi, sum er 15.000 tons, og tí kunnu føroysk skip tilsamans fiska 40.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi í 2015. Annars eru bert smærri broytingar í kvotabýtinum.
Í avtaluna er sett eitt nýtt eftirlitspunkt, tá talan er um makrelfiskiskap, so at tað eftir ætlan gerst høgligari hjá føroyskum skipum at sigla heim til Føroya, og fiskiveiðieftirlitið skal umborð.
Eisini varð avtalað, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum skulu samstarva um at menna skipanir í samband við fráboðanir um fiskiskap, upplýsir Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.