Tingskipanin ikki broytt í hesum umfari

Tingskipanin ikki broytt í hesum umfari
Uppskotið varð tikið aftur, tí vandi var fyri, at tað fall, kom uppskotið til atkvøðugreiðslu
 
11.12.2014 - 11:16

Fyri at sleppa undan, at uppskotið fall, samdust formenninir í andstøðuflokkunum um at taka aftur uppskotið um at broyta tingskipanina, so tingfólk eru betur fyrireikað til orðaskiftini í tinginum.

Meirilutin í Rættarnevndini tók ikki undir við uppskotinum og vísti til, at formansskapurin eigur at viðgera spurningin, um tingskipanin skal broytast.

Formenninir í teimum fýra andstøðuflokkunum fara at heita á formansskapin. Teir vilja hava tingskipanina broytt, tí tingfólk eiga, so at siga, at vita, hvat tey tosa um.

Uppskotssetarar hava orðið fyrst

Tey, sum leggja fram uppskot í løgtinginum, eiga at fáa fimm minuttir til at greiða frá uppskotinum, áðrenn framsøgufólkini hjá flokkunum fáa orðið, tá mál hevur fyrstu viðgerð.

Teksturin í uppskotum er minni enn so altíð so greiður, at hann einsamallur er nóg gott grundarlag undir sakligari viðgerð og støðutakan.

Hetta kann elva til nógvar misskiljingar í viðgerðini, og viðgerðin fer tí av kósini. Og so leggja andstøðuflokkarnir afturat, at serliga er hetta galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk leggja uppskot fyri løgtingið, tí tey í landsstýrinum fáa ikki orðið fyrr enn eftir, at framsøgufólkini hjá øllum flokkum hava havt orðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885