Depilin til børn og ung við fjølbreki liðugur

Depilin til børn og ung við fjølbreki liðugur
Nýggi depilin heldur til í Runavík, og samstundis letur Reiðrið í Saltnesi aftur
 
11.12.2014 - 15:11

Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki í Eysturoy er nú liðugur og klárur at taka í nýtslu. Hann kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið í Saltnesi.

Á deplinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, og harumframt eru átta umlættingarpláss til børn og ung úr øllum landinum. 

Almannamálaráðið hevur latið depilin byggja, og Landsverk hevur verið byggiharri.

Spakin varð settur í í januar 2013, og gongd kom á byggingina miðskeiðis í 2013.

Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir kr., men fíggjarkarmurin varð hækkaður upp í 26,5 milliónir kr. 

Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki heldur til á Gerðisvegi 5 í Runavík. Almenn móttøka verður á stovninum týsdagin 16. desember frá klokkan 15 til 17. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179