MRCC og Fiskiveiðieftirlitið verða løgd saman

MRCC og Fiskiveiðieftirlitið verða løgd saman
Tilbúgvingin verður eisini partur av nýggja stovninum. Elmar Højgaard, sum hevur verið stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum, verður forstjóri fyri nýggja stovnin

14.02.2012 - 09:36

Tilbúgvingarstovnurin, MRCC/Tórshavn Radio og Fiskiveiðieftirlitið verða nú ein stovnur.

Tað hevur Fiskimálaráðið gjørt av. Avgerðin er m.a. grundað á staðfestingar í samgonguskjalinum um, at smærri almennir stovnar verða lagdir saman í effektivari eindir.

Fiskimálaráðið metir, at endamálið og uppgávurnar hjá hesum stovnum eru soleiðis háttaðar, at tað er ein fyrimunur at leggja júst hesar stovnar saman.

Eisini verður mett, at raksturin av samanlagda stovninum eftir trimum árum kann gerast effektivari enn raksturin av stovnunum hvør sær, tí uppgávur kunnu savnast saman og skipast øðrvísi enn í dag.

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, hevur kunnað landsstýrið um ætlanina.

Stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, verður forstjóri á samanlagda stovninum. Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, verður virkandi stjóri fyri MRCC/Tórshavn Radio eina tíð afturat.

Leiðslan á samanlagda stovninum fer beinan vegin at leggja eina tilgongd til rættis, ið tryggjar, at øll viðurskifti, sum beinleiðis kunnu setast í samband við sjálva samanleggingina, so sum bygnaður v.m, verða løgd í fasta legu, sigur Fiskimálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373