Smyril fær 950.000 kr. til umvælingar

Smyril fær 950.000 kr. til umvælingar
Fíggjarnevndin góðtók ikki fíggjarnevndarskjal, og tí varð eitt uppskot um eykajáttan lagt fyri tingið í staðin
 
12.12.2014 - 07:56

Løgtingið hevur einmælt samtykt at játta Strandfaraskipum landsins 950.000 kr. afturat í ár. 

Fíggjarnevndin varð biðin um at hækka játtanina til Strandfaraskip landins til óvæntaðar útreiðslur til Smyril.

Neyðugt var at fáa eitt fólk frá motorverksmiðjuni MAN at koma til Føroya at kanna høvuðsmotor fýra á Smyrli, tí hann leingi hevur havt ymsar trupulleikar.

Haraftrat er neyðugt at skifta turboløðararnar á tveimum hjálpimotorum. Hesir motorarnir verða ikki gjørdir longur, men tað er kortini eydnast Strandferðsluni at fáa fatur í tveimum nýggjum løðarum.

Góðtók ikki fíggjarnevndarskjal

Alt hetta kostar 950.000 kr., sum Strandferðslan ikki hevur. Tí varð eitt fíggjarnevndarskjal sent Fíggjarnevndini. Men Fíggjarnevndin vil ikki hava fíggjarnevndarskjøl, tá løgtingið er saman. 

Í staðin fyri broytti nevndin fíggjarnevndarskjalið til eitt lógaruppskot um eykajáttan.

Og tað uppskotið fekk allar 33 atkvøður í løgtinginum í gjár.   

Triðja viðgerð verður í dag. Tingið fer eisini í dag at hava aðru viðgerð um fíggjarlógina fyri 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655