Ikki heimild at fiska makrel hjá línuskipum

Ikki heimild at fiska makrel hjá línuskipum
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina kæru frá feðgunum Høgna Mohr og Tróndi Høgnasyni
Høgni Mohr og Tróndur Høgnason kærdu avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um ikki at geva teimum loyvi at fiska 200 tons av makreli í 2012 í samstarvi við onnur
 
12.12.2014 - 08:03

Eingin heimild var at lata ídnaðarskip fiska makrelin hjá línuskipunum í 2012.

Álvarslig brek eru í málsviðgerðini hjá Fiskimálaráðnum.

Tí er álitið hjá Løgtingsins umboðsmanni sent formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landsstýrismanninum.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður í svarinum til feðgarnar Høgna Mohr og Trónd Høgnason, sum kærdu avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um ikki at geva teimum loyvi at fiska 200 tons av makreli í 2012 í samstarvi við onnur.

Fiskimálaráðið fær eisini álvarsliga átalu fyri handfaringina og viðgerðina av málinum.

Høgni Mohr og Tróndur Høgnason vístu á, at línuskip fingu makrelkvotu, sum tey sluppu undan at fiska sjálvi. 

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði ikki heimild til at flyta veiðiloyvini frá línuskipunum til ídnaðarskip, so ídnaðarskipini kundu fiska makrelin hjá línuskipunum.

    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539