Eingin niðurstøða um SEV og Magn

Eingin niðurstøða um SEV og Magn
Endalig støða verður tikin til málið á aðalfundinum í SEV í vár
 
12.12.2014 - 12:54

Kommunurnar, sum eiga SEV, og nevndin í felagnum, gjørdu onga niðurstøðu á fundinum fyrrapartin.

Tvey evni vóru umrødd, tey eru ætlaða samstarvið millum SEV og oljufelagið Magn, og um vindorkan yvirhøvur skal leggjast í eitt dótturfelag, ella um SEV eisini skal hava vindorkuna undir sínum veingjabreiði.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV sigur, at eftir fundin í dag fer nevndin í felagnum at taka samanum tað, sum kom fram á fundinum fyrrapartin, og síðani at gera eina niðurstøðu.

Hann sigur seg ikki kunna siga nakað frá fundinum í løtuni, tí eingin niðurstøða varð gjørd.

Væntandi fer SEV at taka endaliga støðu til málið á aðalfundinum, sum verður seinast í apríl, ella kanska fyrr enn tað, sigur stjórin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115