Val í Grikkalandi í apríl

Val í Grikkalandi í apríl
Tjóðartingið samtykti í gjárkvøldið sparitiltøk, sum fara at raka meint

13.02.2012 - 15:46

Val verður í Grikkalandi í apríl.

Hesum boðar stjórnin frá, fáar tímar eftir at tjóðartingið samtykti sparitiltøk, sum skulu bjarga landinum undan at fara á húsagang.

Arbeiðið at endurfíggja skuldina verður liðugt í mars, og síðani verður val í apríl, sigur ein stjórnartalsmaður sambært Ritzau.

- Henda stjórnin hevur hálvan annan mánað eftir at sita við valdinum, sigur talsmaðurin.

Strongu sparitiltøkini, sum grikska tjóðartingið samtykti í gjárkvøldið, verða sett í verk eftir kravi frá ES og altjóða gjaldoyragrunninum, IMF. Vórðu tey ikki samtykt, vildu hvørki ES ella IMF gjalda fyrsta gjaldið av hjálparpakkanum, sum m.a. skal nýtast at gjalda lán aftur við.

Grikkaland er tað evru-landið, sum skyldar mest. Skuldin í 2010 var 2584 milliardir krónur í okkara peningi, ella 145 prosent av bruttotjóðarútrtøkuni.

Mynd: Tað hevur verið sera ófriðarligt í Athen seinastu dagarnar, í sambandi við sparitiltøkini, sum grikska tjóðartingið samtykti í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985