- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna aftur makrel undir Føroyum í ár

Havstovan fer aftur í ár at kanna makrel, meðan hann er í føroyskum sjógvi.

Fiskivinnugransking hevur játtað Havstovuni 100.000 krónur til eina
verkætlan at kanna innihaldið av fiti í makreli.

Endamálið er at kanna,
hvussu nógv innihaldið av fiti veksur, frá tí at makrelurin kemur í føroyskan
sjógv um várið, til hann fer úr aftur føroyskum øki út á heystið. Eisini verður
kannað, hvussu nógv vektin økist í hesum tíðarskeiðinum.

Tá hann hevur gýtt um várið, ferðast makrelurin norðureftir at leita sær føði.
Tá er hann millum annað í føroyskum sjógvi, har hann etur seg feitan, áðrenn hann
aftur fer úr okkara øki út á heystið. Kanningin verður gjørd í samstarvi við p/f
Faroe Pelagic.

Í fjør gjørdi Havstovan saman við Faroe Pelagic eina undankanning at
kanna fiti í makreli. Kanningin byrjaði um hálvan mai, og vardi til fyrst í
oktober, tá fiskiskapurin helt uppat. Í hesum tíðarskeiðinum varð
innihaldið av fiti í makrelinum, ið var landaður til Kollafjørð Pelagic,
mátað. Kanningin fevndi tilsamans um 64 landingar hjá uppsjóvarskipunum, frá mai til september

Fyribilsúrslit av kanningunum vísti, at innihaldið av fiti hjá makreli vaks úr umleið tveimum prosentum upp í umleið 30 prosent, frá hálvum mai til fyrst í oktober.Serliga í
jun imánaði fitnaði makrelurin nógv, úr 10 upp í 25 prosent. Síðani broyttist
fitin ikki nógv.

Umframt at máta innihald av fiti í makrelinum, er ætlanin í ár eisini at
máta, hvussu nógv makrelstovnurin veksur í vekt, meðan
hann er í føroyskum sjógvi.

Mynd: Kanningin hjá Havstovuni verður gjørd í samstarvi við Faroe Pelagic í Kollafirði