Vestmenningar eru raskastir at skjóta harur

Vestmenningar eru raskastir at skjóta harur
Higartil eru 4.674 harur skotnar á tilsamans 431 túrum, vísir ein uppgerð hjá Eyðfinni Magnussen, lívfrøðingi.
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
14.12.2014 - 10:08

Vestmenningar hava verið nógv raskastir at skjóta harur í ár.

Higartil hava vestmenningar skotið 643 harur, og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum næsta bygdin, vísir ein uppgerð hjá Eyðfinni Magnussen, lívfrøðingi.

Higartil eru 4.674 harur skotnar á 431 túrum.

Í gjár vóru góð harulíkindi fyrrapartin, og tá vóru 394 harur skotnar á 40 túrum.

Fríggjadagin fingu níggju mans 64 harur í Eystara parti av Dalhaga í Vestmanna. Tað er eisini í tí hagapartinum, at flestu harurnar eru skotnar. Teir hava fingið 139 harur á trimum túrum.

Teimum á baki koma teir í Sjeyndum í Tjørnuvík, sum hava fingið 119 harur á sjey túrum.

Í Dalhaga, Eystaraparti í Vestmanna, hava teir skotið 139 harur, Sjeyndir, Norðan Kamb í Tjørnuvík 119 og Úti í haga á Bjørgum í Vestmanna 107 harur. Eingin annar hagapartur er komin uppum 100 harur.

Av bygdunum liggur Vestmanna fremst við 643 harum á 36 túrum, Sandavágur er næstfremst við 339 harum á 38 túrum og Sørvágur er triðfremst við 266 harum á 17 túrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418