Tað almenna má spara og rasjonalisera

Tað almenna má spara og rasjonalisera
Føroya Arbeiðsgevarafelag rópar varskó, nú hagtøl vísa, at almennu útreiðslurnar í Føroyum eru eins stórar og í Danmark

13.02.2012 - 13:29

Landsstýrið eigur at fara undir sparingar og rasjonaliseringar í almenna geiranum.

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú hagtøl frá Hagstovuni vísa, at almennu útreiðslurnar í Føroyum, máldar í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni, eru á sama stigi sum í Danmark. Danmark hevur sambært OECD størsta almenna geiran í øllum heiminum.

Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at síðani 1997 eru útreiðslurnar hjá landskassanum til rakstur øktar úr 2,3 milliardum krónum upp í 4,6 milliardir í 2010. Sama tíðarskeið vuksu almennu útreiðslurnar úr knøppum fýra milliardum upp í 7,5 milliardir krónur.

Og sambært Landsbankanum er grundraksturin hjá landskassanum frá 2000 til 2010 versnaður nærum eina milliard og 350 milliónir krónur. Tá eru rentur, íløgur, einskiljingarinntøkur og aðrar kapitalinntøkur ikki íroknaðar.

Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, ætlar at seta mark fyri almennu rakstrarútreiðslunum, eins og mark verður sett fyri almannaveitingum og útreiðslunum hjá kommununum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at landsstýrið eigur at taka hetta í stórum álvara og fremja ítøkiligar sparingar og rasjonaliseringar hjá tí almenna

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400