Stúrir ikki fyri samhaldsfestinum

Stúrir ikki fyri samhaldsfestinum
Hóast nýggi Sjúkrakassagrunnurin sleppur at gera eina ískoytistrygging til summi, ber formaðurin í Javnaðarflokkinum ikki ótta fyri, at samhaldsfestið verður broytt

10.02.2012 - 16:13

Samhaldsfestið í føroyska heilsuverkinum verður ikki broytt, hóast nýggi Sjúkrakassagrunnurin sleppur at gera eina ískoytistrygging til summi.

Tað heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen. Serliga nevndarsamansetingin í Sjúkrakassagrunninum forðar fyri hesum, sigur hann.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur lagt uppskotið um Sjúkrakassagrunnin fyri tingið.

Tað verður nevndin í grunninum sum skal tryggja, at ískoytistryggingin ikki verður brúkt á nakran ótilætlaðan hátt. Og tað verður nevndin, sum skal taka stig til at stovna serligu ískoytistryggingina. Tað kunnu onnur, eitt nú politikararnir, ikki gera.

Og nevndin kann ongantíð brúka meira enn 15 prosent av samlaða fænum hjá Sjúkrakassagrunninum til ískoytistryggingina.

Stovnsfæið hjá grunninum verður 25 milliónir krónur. Hetta eru pengar og ognir, sum sjúkrakassarnir áttu, tá teir noyddust at víkja fyri Heilsutrygd.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158