Føroysk skúlabørn duga ov illa at svimja

Føroysk skúlabørn duga ov illa at svimja
Einans 49 prosent av føroyskum 5. floksnæmingum hava grundleggjandi svimjiførleika
 
17.12.2014 - 08:54

Føroysk skúlabørn duga ov illa at svimja. Tað er niðurstøðan í kanning, sum Svimjisamband Føroya hevur gjørt, og sum stendur at lesa í Sosialinum í dag.

Einans 49 prosent av føroyskum 5. floksnæmingum hava grundleggjandi svimjiførleika, sum í norðurlendskum høpi merkir at megna at svimja 200 metrar uttan flótihjálp.

Føroysk skúlabørn fáa annars frálæru í svimjing frá 1. til 6. flokk.

Sambært námsætlanini skulu tey duga bringusvimjing, crawl,  ryggcrawl og sjálvbjargingarsvimjing, tá tey eru liðug í 6. flokki.

Men námsætlanin sigur einki um, hvussu mett verður um, nær næmingurin dugir ymsu svimjihættirnar. Ei heldur verður sagt nakað um, hvussu langt ein næmingur skal megna at svimja.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Gudstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375