Havnarfólk taka longri útbúgvingar

Havnarfólk taka longri útbúgvingar
47 prosent av teimum lesandi úr Havn taka eina kandidat- ella phd-útbúgving, og 32 prosent av teimum, sum búgva aðra staðni í landinum, taka longri útbúgvingar

10.02.2012 - 10:51

Havnarfólk taka longri útbúgvingar enn fólk, sum búgva aðrastaðni í landinum.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Lestrarblaðið hjá Vikublaðnum hevur gjørt.

Sambært kanningini eru 47 prosent av teimum lesandi úr Havn í holt við eina longri víðari útbúgving - t.e. eina master-, kandidat- ella phd-útbúgving.

Til samanberingar eru bara 32 prosent av teimum, sum eru uppvaksin aðra staðni í landinum, í holt við eina longri útbúgving.

Samanumtikið taka føroyingar yvirhøvur langar útbúgvingar.

Sambært kanningini hjá Lestrarblaðnum eru 50 prosent av teimum lesandi í holt við eina miðallanga útbúgving - eitt nú sjúkrarøktarfrøðing og námsfrøðing - og 41 prosent eru í holt við eina langa útbúgving.

Bara 9 prosent svaraðu, at tey tóku eina styttri útbúgving.

363 lesandi vóru við í kanningini hjá Lestrarblaðnum hjá Vikublaðnum,sum varð gjørd frá 24. til 29. januar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366