Samskipari til átøk móti harðskapi í parlagnum

Samskipari til átøk móti harðskapi í parlagnum
18 átøk eru í heildarætlanini, sum varð gjørd í fjør. Verkætlanin er flutt úr Vinnumálaráðnum í Almannamálaráðið

09.02.2012 - 11:41

Søkt verður nú eftir einum samskipara, sum skal seta í verk tey 18 átøkini í heildarætlanini "Harðskapur í parlagi og nærsambondum,"  ið varð gjørd í fjør.

Umframt at seta átøkini í verk, skal samskiparin eisini vera við til at menna eitt fyribyrgjandi umhvørvi.

Tað er nú eitt ár síðan, at ein arbeiðsbólkur fór undir at gera heildarætlanina. Í arbeiðsbólkinum eru umboð úr Almannamálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum. Tey 18 átøkini í ætlanini fevna breitt. Eitt  er at seta samskipara at hava ábyrgdina av, at átøkini verða sett í verk.

Arbeiðsbólkurin hevur, síðani heildarætlanin varð løgd fram, arbeitt víðari við at útgreina átøkini í ætlanini. Úrslitið av hesum arbeiði er, at ein fylgifrágreiðing er latin landsstýrisfólkunum, sum varða av økinum, sigurVinnumálaráðið í tíðindaskrivi.

Higartil hevur Vinnumálaráðið staðið fyri arbeiðinum. Men verkætlanin er nú flutt í Almannamálaráðið. Hetta kemst av, at í samgonguskjalinum er staðfest, at heildarætlanin eisini skal umfata kynsligan ágang móti børnum, sum er eitt øki beinleiðis undir Almannamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860