Manningar á nótaskipum forvinna mest

Manningar á nótaskipum forvinna mest
Manningarparturin í ár er ein millión og 351.000 kr. Hann er fýra ferðir størri enn manningarparturin á línuskipum
 
23.12.2014 - 10:15

Aftur í ár hava manningarnar á nótaskipunum nógv hægstu inntøkuna. Tað sæst í eini uppgerð, sum Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, almannakunngjørdi á landsfundinum hjá felagnum fríggjadagin.

Manningarparturin hjá teimum við nótaskipunum var ein millión og 351.000 kr. í ár. Tað eru á leið 100.000 kr. minni enn í fjør. Teir vóru í vinnu í 203 dagar.

Hjá manningunum við ídnaðarskipunum, sum eisini royna eftir uppsjóvarfiski, var manningarparturin 586.000 kr. Tað var væl minni enn í fjør, tá manningarparturin var 839.000 kr. Men teir vóru í vinnu í 125 dagar í ár og 193 dagar í fjør, sæst í uppgerðini.

Flakatrolarar og rækjuskip

Hjá flakatrolarunum er inntøkan lækkað seinastu árini, hóast hon framvegis er góð. Hjá teimum var manningarparturin 726.000 kr. fyri 190 dagar í vinnu. Í 2010 var inntøkan hjá teimum eina góða millión kr., men tá vóru teir 100 dagar longur í vinnu.

Rækjuskipini eru ikki nógv í tali longur, men har gongur væl. Í ár var manningarparturin 726.000 kr. fyri 190 dagar í vinnu, í fjør var manningarparturin 702.000 kr. fyri 247 dagar í vinnu.

Garnaskipini og trolarar

Hjá skipunum, sum royna á leiðunum við Føroyar, gekst frægast hjá garnaskipunum, sum eru á svartkalva- og havtaskuveiði. Hjá teimum var manningarparturin 403.000 kr., sum var nakað minni enn í fjør, tá manningarparturin var 424.000 kr.

Hjá stóru og smáu ísfiskatrolarunum royndist árið javnt. 

Hjá báðum bólkum var manningarparturin 351.000 kr. Manningin við stóru trolarunum var til fiskiskap í 165 dagar og 203 dagar við smáu trolarunum. 

Í fjør var manningarparturin hjá stóru ísfiskatrolarunum 337.000 kr. fyri 205 dagar og hjá teimum smáu 380.000 kr. fyri 229 dagar. 

Línuskipini minstu hýruna

Vánaligasta úrslitið hava línuskipini. Har er manningarparturin 277.000 kr. fyri 211 dagar í ár, og manningarparturin var 253.000 kr. fyri 215 dagar í fjør.Uppgerðin vísir, at ein maður við einum nótaskipi, tjenar fýra ferðir so nógv, sum ein maður við einum línuskipi.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263