Ferðavinnan: Umsetningurin meiri enn hálv mia. kr.

Ferðavinnan: Umsetningurin meiri enn hálv mia. kr.
Málið, sum varð sett fyri 2015, er longu rokkið
Guðrið Højgaard er stjóri í Visit Faroe Islands
 
23.12.2014 - 11:55

Umsetningurin í ferðavinnuni í fjør var 577 milliónir kr., og tað er met, vísa tøl frá Hagstovuni. Tað eru umleið fýra prosent av bruttotjóðarútøkuni. Í 2011 var umsetningurin 448 milliónir ella 3,4 prosent av BTÚ..

Hagstovan hevur kannað búskaparligu árinini av útlendsku ferðafólkunum, sum koma til landið, hvat tey keypa av vørum og tænastum.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at gongdin í ár hevur verið betri enn í fjør, og tí bendir alt á, at ferðavinnan longu í ár hevur rokkið málinum fyri 2015, sum var at fáa 600 milliónir kr. í umsetningi.

Guðrið Højgaard sigur, at vøkstur verður aftur næsta ár, og tí bendir alt á, at ferðavinnan fer at røkka visjónini fyri 2020 um at tvífalda ferðavinnuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360