Stórur munur á fyrireikingartíð

Stórur munur á fyrireikingartíð
Pedagogar á barnaansingarstovnum hava ein tíma í miðal um vikuna til fyrireiking. Lærarar hava ein hálvan tíma fyri hvørji trý korter, teir undirvísa

09.02.2012 - 09:13

Stórur munur er á pedagogum og fólkaskúlalærarum, tá ræður um fyrireiking.

Stóri spurningurin í sáttmálatrætuni millum Pedagogefelagið, sum er í verkfalli, og arbeiðsgevararnar er fyrireikingartíðin.

Sambært galdandi sáttmála hava pedagogar á barnaansingarstovnum ein tíma í miðal um vikuna at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Lærarar hava ein hálvan tíma fyri hvørji trý korter, teir undirvísa.

Egintíðin, sum hon eitur í sáttmálanum hjá Lærarafelagnum, er tíðin, lærarin brúkar til at ráðleggja, fyrireika og eftirmeta sína undirvísing, gera ársætlanir og samskifta við foreldur uttan fyri skúlatíðina.

Pedagogar hava eina serliga skipan viðvíkjandi foreldrafundum og starvsfólkafundum.

Munur er eisini á frælsinum hjá pedagogum og lærarum, tá tey fyrireika seg.

Lærarasáttmálin sigur stutt og greitt, at lærarin ræður sjálvur fult og heilt yvir egintíðini.

Í pedagogsáttmálanum stendur í greinini "tíð til annað arbeiði," at hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættaleggjan av hesum arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860