Havstovan kannar makrelstovnin

Havstovan kannar makrelstovnin
Kanningarnar skulu vísa, hvørja ávirkan makrelurin hevur á annað lív í føroyskum sjógvi

09.02.2012 - 08:50

Havstovan fer aftur í ár at kanna makrelstovnin, og hvørja ávirkan hann hevur á føroyska økið.

Líknandi kanningar hjá Havstovuni í fjør vístu, at makrelurin kom í føroyskan sjógv tíðliga í mai mánaði. Royndarfiskiskapur síðst í november, har sjey nótaskip luttóku, vísti, at makrelurin tá var farin úr føroyskum sjógvi.

Í fjør vórðu ongar kanningar gjørdar av makreli inni við land fyrstu mánaðirnar av kanningartíðarskeiðnum. Tí ber ikki til at siga neyvt, hvørja ávirkan makrelurin hevur á vistskipanina í føroyskum øki. Hesar kanningar ætlar Havstovan at gera í ár.

Havstovan vónar at fáa royndir av makreli á landgrunninum tíðliga í summar, soleiðis at staðfestast kann, hvørja ávirkan makrelurin hevur á annað lív í føroyskum sjógvi.

Endalig frágreiðing verður latin Fiskivinnugransking við ársenda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114