Løgtingið viðger sítt egna ferðaendurgjald

Løgtingið viðger sítt egna ferðaendurgjald
Nú er nógv skjótari og lættari hjá løgtingsfólkum at ferðast til Havnar, og tí eigur kostnaðarendurgjaldið at verða broytt, heldur Javnaðarflokkurin

09.02.2012 - 08:43

Seinnapartin fara løgtingsfólk at viðgera sítt egna endurgjald fyri at ferðast til Havnar.

Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at laga kostnaðarendurgaldið til samferðsluna nú á døgum.

Rigmor Dam, løgtingskvinna, sum legði uppskotið fram, sigur at galdandi lóg er frá 1999. Síðani tá eru vorðið munin lættari og skjótari at ferðast í Føroyum. Tí er verandi endurgjald í ávísan mun eitt stórt,  skattafrítt lønarískoyti, sum onnur fólk ikki hava, sigur Rigmor Dam.

Rigmor Dam og Javnaðarflokkurin vilja eisini hava løgtingið at broyta lógina um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, tí eisini landsstýrisfólk fáa stórt endurgjald, búgva tey uttanfyri høvuðsstaðarøkið.

Og endurgjaldið, sum landsstýrisfólk kunnu fáa í staðin fyri frí hús, skal strikast, sigur Javnaðarflokkurin.

Lógarbroytingin fer at spara landskassanum 900.000 kr. um árið, soleiðis sum landsstýrið nú er mannað, sigur Javnaðarflokkurin.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp í einum øðrum tingmáli, at pengarnir, sum verða spardir, tá landsstýrisfólk fara at fáa minni endurgjald, verða brúktir til at kanna, hvørji politisk tiltøk kunnu fáa prísirnar í Føroyum niður.

Tað uppskotið skal eisini hava fyrstu viðgerð í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672