Vestmanna kommuna sleppur undan árinskanning

Vestmanna kommuna sleppur undan árinskanning
Umhvørvisstovan hevur givið kommununi undantaksloyvi í sambandi við eina ætlan at seta vatnturbinu upp til elframleiðslu

08.02.2012 - 13:34

Umhvørvisstovan hevur givið Vestmanna kommunu undantak frá kravinum um umhvørvisárinsmeting í sambandi við, at kommunan setur vatnturbinu á eina drekkivatnsleiðing

Vestmanna kommuna ætlar at seta eina vatnturbinu á drekkivatnsleiðingina frá Krákugjógv til vatnbrunnin við Gjógvará, og vinna elorku úr drekkivatninum.

Sambært elveitingarlógini skal gerast ein umhvørvisárinsmeting, sum Umhvørvisstovuni skal góðkenna, áðrenn loyvi kann verða veitt til elframleiðslu. Tó kann Umhvørvisstovan veita undantak frá hesum kravi.

Av tí at einki inntriv er á náttúruna - at taka vatn, leggja vatnleiðing ella vegagerð -  metir Umhvørvisstovan, at verkætlanin ikki hevur nakað árin á náttúru ella umhvørvi, meiri enn tað, sum longu er gjørt.

Tí hevur Umhvørvisstovan tikið avgerð um at geva kommununi undantak frá kravinum um umhvørvisárinsmeting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928