Meiri verður goldið í lønum

Meiri verður goldið í lønum
Størsti vøksturin í lønargjaldingunum í januar var í privatu vinnuni

08.02.2012 - 11:40

Framgongdin í lønarútgjaldingunum, sum hevur verið seinasta hálva árið, heldur fram.

Í januar vórðu goldnar 520 milliónir krónur í lønum, og hetta eru 14 milliónir meiri enn í januar í fjør, upplýsir Hagstovan. Framgongdin er 2,7 prosent.

Høvuðsorsøkin til framgongdina í vetur er, at meiri er goldið í hýrum, men í januar vóru hýrurnar lægri enn sama mánað í fjør. Lønirnar í fiski,- ali og aðrari ráevnisvinnu minkaðu 3,4 prosent.

Hinvegin var stórur vøkstur í lønarútgjaldingunum í privatu tænastuvinnuni, ella 7,2 prosent. Tað eru serliga sjóflutningur og vinnuligur tænastur, sum eiga vøksturin.

Eins og undanfarin úr fingu mannfólkini 59 prosent av lønarútgjaldingunum og kvinnurnar 41 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423