Hava boðið pedagogunum til samráðingar

Hava boðið pedagogunum til samráðingar
Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum er staddur uttanlands í arbeiðsørindum, sigur, at er tað neyðugt at møta, kemur hann heim skjótast til ber

07.02.2012 - 15:28

- Vit hava boðið Pedagogfelagnum at koma til samráðingar, og vit bíða framvegis eftir svari.

Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, nú forkvinnan í Pedagogfelagnum hevur funnist at honum fyri at verða farin av landinum, meðan verkfall er.

Maud Wang Hansen segði við Útvarpið í dag, at tað er ikki at vísa virðing fyri landsins borgarum, at borgarstjórin í Havn og formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er farin av landinum, meðan 1900 pedagogar og hjálparfólk eru í verkfalli.

Heðin Mortensen er staddur í Esbjerg í arbeiðsørindum.

- Tá eg eri burturstaddur tekur næstformaðurin, Karl Olsen, yvir. Og KAF hevur onnur kompetent og væl kvalifiserað fólk til arbeiðis. Er nakað aktuelt, sum krevur, at eg noyðist at møta, so komi eg heim sum skjótast. Tað er ikki meira innviklað enn tað. Flogførini flúgva tríggjar ferðir um dagin, sigur Heðin Mortensen í einum tíðindaskrivi seinnapartin .

- Vit hava boðið Pedagogfelagnum til samráðingar, og vit bíða framvegis eftir einum svari. Tá tað er komið, kann eg í samráð við KAF taka støðu til, um tað er neyðugt, at eg møti til samráðingar, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, í tíðindaskrivinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522