31.500 kr. at spyrja um gegni

31.500 kr. at spyrja um gegni
Tað kostaði Fiskimálaráðnum 31.500 krónur at spyrja ein advokat, um Jákup Mikkelsen er gegnigur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum

07.02.2012 - 11:33

Tað er ikki ókeypis at biðja advokatar viga og meta um gegnið hjá tær.

Tað kostaði Fiskimálaráðnum 31.500 krónur at fáa advokatin, Anfinn V. Hansen,  at meta um gegnið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Fiskimálaráðið bað sjálvt Anfinn V. Hansen um at meta um gegnið hjá Jákupi Mikkelsen, sum er svágur Hanus Hansen, reiðara.

Fiskimálaráðið bað sjálvt Anfinn V. Hansen um at meta um gegnið hjá Jákupi Mikkelsen, sum er svágur Hanus Hansen, reiðara.

Spurt varð um gegnið í trimum ítøkiligum førum. Um fyrireikingina í samband við ætlanina hjá landsstýrinum at seta fram lógaruppskot um at áseta avreiðingargjald fyri uppsjóvarfisk. Um samráðingar við íslendingar um nýggjan fiskiveiðusáttmála. Og um avgerð um fiskiskap við Flemish Kap.

Uppritið viðger ikki aðrar støður, har ógegni kann vera, ella generella gegnið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Niðurstøðan hjá advokatinum var, at tað í hesum trimum ítøkiligu førum ikki er ein gegnistrupulleiki hjá landsstýrismanninum, at hann er svágur reiðaran. Fyri hesa niðurstøðu skal Fiskimálaráðið rinda 31.500 krónur, tá er meirvirðisgjald íroknað.

Síðani henda niðurstøðan varð gjørd, hevur Jákup Mikkelsen sagt seg verða ógegnigan í summum førum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, umsitur nú makrelsamráðingarnar og fiskivinnuavtaluna við Grønland.

Í hesum sambandi er Andras Kristiansen, deildarleiðari í Fiskimálaráðnum, fluttur Løgmansskrivstovuna at starvast fyribils. Hann hevur m.a. verið leiðari hjá føroysku samráðingarnevndini í makrelmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060