- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg verði vónbrotin hvørja ferð
Randi Karlotsdóttir hevur seinastu tíðina verið nógv frammi í miðlunum, har hon eitt nú hevur greitt frá í sending hjá RöddinLive um, hvussu tað er at vera sálarsjúk.
Hoyr sendingina her: Tað hevði verið betri, um eg var deyð
Randi hevur víst á, eftir sjálv at hava verið innløgd, at umstøðurnar fyri tey sálarsjúku ikki eru nøktandi.
- Orsakað av manglandi pengum, minkar møguleikin at útskriva sálarsjúk, sum hava viljan til at traðka eitt stig longri til at klára seg sjálv. Hetta kemst av, at tað eru ov fáir pengar til serliga stuðlar og samrøður, sum skulu til hjá tí sálarsjúka, um viðkomandi ynskir at búgva einsamallur. Sjálv havi eg fingið stuðul og samrøður við sálarfrøðing, men tað hava ikki øll fingið.
Verður kedd og vónbrotin hvørja ferð
Tað, sum serliga blásti málið upp, var, at Randi hevur síðan januar mánað bíðað eftir eini íbúð. Men ferð eftir ferð er íbúðin útsett. Randi kennir seg vónbrotna.
- Tað er ræðuliga troyttandi. Tað kennist, eins og tey bara lova og lova og einki gera. Tað er ordiliga strævið, tá einki verður gjørt, tí eg verði hvørja ferð so kedd og vónbrotin.
Tað er ikki altíð lætt at stríðast við myndugleikunum, tá sálarsjúkan tyngir. Tíbetur fyri Randi eru foreldur hennara ein góður stuðul, har tey hava gjørt teirra fyri at skumpa undir myndugleikarnar.
- Tá onkur frá Bústaðir ella Almannamálaráðnum siga nakað annað enn Almannaverkið, verði eg ill. Eg kenni á mær, at tey lúgva ella bara hava eitt sera vánaligt samstarv.
Fyri Randi kennist tað eins og málið bert hevur ligið í onkrari skuffu í fleiri mánaðir. Hon vísir á, at tað ikki er fyrr enn ein fer til evstu myndugleikarnar, at nakað hendir.
- Eg hugsi serliga um tey sálarsjúku, sum ikki hava foreldur, sum orka at stríðast fyri teirra søk – fara teirra mál so altíð at liggja í næstovastu skuffuni?
Opinleikin í útvarpinum hevur hjálpt
Hóast tað hevur verið strævið at verið miðlanna brennidepil, hevur opinleikin í útvarpinum hjálpt Randi. Jaligu afturmeldingarnar, hon hevur fingið, hava givið henni sjálvsálit.
- Eg vóni í øllum førum, at mongu vitjanirnar í útvarpinum, har familja mín og eg hava tosað opið um sálarsjúku, hava elvt til, at mistakið hjá myndugleikunum ikki verður endurtikið. Eg vóni, at eingin nakrantíð endar í líknandi støðu sum eg, tí tað er als ikki virðiligt.
Randi og familja hennara fingu at vita, at húsið á Íslandsvegnum ikki skuldi blíva til nakað, av tí at onkrir grannar høvdu klagað. Eftir at málið hevði koyrt aftur og fram í miðlunum í nakrar dagar, kom fram, at talan var um eina misskiljing.
- Eftir at fleiri myndugleikar høvdu úttalað seg, og ikki minst royndu at forsvara seg sum best, kom Annika Olsen við loysnini. Tey vóru noydd at koma við eini loysn, tí nú vistu øll av hesum, og nógv vóru eisini ill. Hetta var frammi í útvarpinum í oktober, og vit eru næstan í januar nú. Hóast alt hetta, er einki hent.
Pápi Randi, Karlot Hergeirsson, var í útvarpinum seinnapartin í gjár, har hann royndi at skunda undir. Hoyr innslagið her: Randi bíðar enn eftir lyklinum
Sjálvmorðstankarnir eru burtur
Randi hevur fyrr havt tað alsamt verri, enn hon hevur í dag. Tvær ferðir hevur hon roynt at tikið lívið av sær, har tað serliga var onnur roynd, ið var mikið álvarslig og avleiðingarnar har eftir. Í dag hevur Randi tað tó munandi betri.
- Eg havi hvørki ætlanir ella tankar um at gera sjálvmorð longur. Hóast eg royni at avleiða tankarnar hjá mær til tað jaliga, er tað trupult, tá eg verði so illa viðfarin av Almannaverkinum. Eg eri eyka viðbrekin, og tískil er tað trupult at ikki fáa tað ringt, tá tað gongur alt í verðini ov seint fyri seg.
Einki álit á føroysku myndugleikunum
Randi hevur eina vón um at aldrin fáa tað so ringt, sum hon hevur havt tað fyrr. Hon vónar, at hon í framtíðini fer at fáa ta hjálp, henni tørvar.
- Tað skal so lítið til sum ein bústaður og nakrar samrøður; so kunnu eg og onnur sálarsjúk fáa eitt deiligt lív og virka sum vanlig fólk.
Umframt at einki álit hava á føroysku myndugleikarnar, torir hon heldur ikki vænta nakað, tí hon tolir ikki at enn einaferð gerast vónbrotin.
- Tá onkur spyr, nær eg flyti inn í íbúðina, svari eg: Nú siga tey í endanum av januar, men eg veit ikki, tað verður allarhelst útsett sum vant.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |