Sinnaðir at gera fimm ára sáttmála

Sinnaðir at gera fimm ára sáttmála
Skipara- og Navigatørfelagið vil heldur hava styttri arbeiðstíð enn lønarhækking

07.02.2012 - 08:45

Skipara- og Navigatørfelagið sigur seg vera sinnað at gera ein fimm ára sáttmála fyri sínar limir við Strandferðsluni.

- Vit eru til reiðar at gera eina skipan, sum tryggjar, at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða løgd av arbeiðsósemjum, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, við Sosialin.

Í staðin fyri lønarhækking biður felagið um at stytta arbeiðstíðina hjá yvirmonnunum.

- Hjá okkum verður høvuðsmálið ikki sjálv lønin, men at skerja 13 tímar av arbeiðstíðini um mánaðin, sigur Eyðstein Djurhuus við Sosialin.

Eftir galdandi sáttmála arbeiða yvirmenninir 213 tímar um mánaðin, og tað er sambært felagnum 13 tímar meiri enn altjóða ásetingar.

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum gekk út 1. oktober í fjør. Enn er tó ikki ásett, nær sáttmálasamráðingarnar byrja.

Mynd: Eyðstein Djurhuus er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011