- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fongslaður í fýra vikur

Grundlógaravhoyringin fyrrapartin var fyri afturlatnum hurðum. Tað kravdi Finn Ougaard, ákæri, og verjin, Bjørn á Heygum, hevði onga viðmerking um tað.

Dómarin góðtók grundgevingina fyri kravinum hjá ákæruvaldinum um, at almennur rættarfundur og tá almenn umtala kann særa 17 ára gomlu gentuna óneyðuga nógv.

Tey fýra tíðindafólkini, sum vóru í rættarsalinum, vórðu beind á dyr.

Tann 19 ára maðurin er skuldsettur fyri at hava lagt á 17 ára gomlu gentuna klokkan tíggju minuttir í fýra sunnumorgunin á Hoydalsvegnum og drigið hana inn í Viðarlundina, har hann legði hana niður á bakið.

Neyðtøkuroyndin varð fráboðað klokkan sjey minuttir yvir fýra.

Sambært skuldsetingini var neyðtøkuroyndin komin langt áleiðis, tá fólk á Hoydalsvegnum hoyrdu neyðarrópini frá gentuni. Tá hvarv álopsmaðurin.

Maðurin varð eftirlýstur í miðlunum í gjár. Politiið hevði eina neyva lýsing av honum, og klokkan hálvgum tíggju í gjárkvøldið varð maðurin, sum býr á bygd, tikin.

Tað var ikki nógv um tann unga mannin í rættarsalinum fyrrapartin, og verjin svaraði fyri hann, tá hann varð spurdur, um hann játtaði ella noktaði seg sekan. Hann noktar seg sekan.

Finn Ougaard, varafúti, upplýsir fyri Útvarpinum, at politiið veit ikki enn, um hetta er sami maður, sum er eftirlýstur fyri tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør, í juni, juli og oktober.

- So langt eru vit ikki komin enn, sigur Finn Ougaard.

19 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri neyðtøkuroyndina sunnumorgunin.

Rætturin avgjørdi, at 19 ára gamli maðurin skal varðhaldsfongslast í fýra vikur, og hann skal eisini mentalkannast.