Skuldsettur fyri neyðtøkuroynd

Skuldsettur fyri neyðtøkuroynd
Ein 19 ára gamal maður, sum varð handtikin í gjárkvøldið, skal fyri rættin, skuldsettur fyri at hava roynt at neyðtikið eina 17 ára gamla gentu sunnunáttina

06.02.2012 - 09:47

Klokkan ellivu skal ein 19 ára gamal maður í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Hann varð handtikin í gjárkvøldið í sambandi við neyðtøkumálið í Havn sunnumorgunin.

- Vit hava kannað málið, og ymsar slóðir hava verið at elt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Hann sigur, at kanningarnar hjá løgregluni, umframt tað, sum gentan hevur greitt frá, gjørdu, at løgreglan kundi taka mannin.

Talan er um ein 19 ára gamlan føroying. Um løgreglan kennir mannin frammanundan, vil vakthavandi ikki siga.

Tað var um fýra tíðina gjáramorgunin, at ein 17 ára gomul genta var fyri neyðtøkuroynd við Hoydalsvegin, beint við portrið inn í Viðarlundina í Gundadali.

Gentan varð drigin inn í Viðarlundina. Hon rópti neyðarróp, og maðurin tók til rýmingar, tá fólk, sum komu framvið, hoyrdu gentuna rópa eftir hjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290