Fongslaður í fýra vikur

Fongslaður í fýra vikur
34 ára gamli føroyingurin, sum í gjár varð handtikin á Frederiksberg og skuldsettur fyri at hava dripið javngomlu donsku konu sína, noktar seg sekan
 
06.01.2015 - 11:28

Rætturin á Frederiksberg hevur varðhaldsfongslað 34 ára gamla føroyingin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sínu, í fýra vikur, meðan málið verður kannað.

Maðurin kom fyri rættin fyrrapartin. Hann varð avhoyrdur fyri afturlatnum hurðum, men áðrenn dyrnar vórðu latnar aftur, kom fram, at tann skuldsetti nú noktar seg sekan í skuldsetingini um dráp.

Tað var annars maðurin sjálvur, sum í gjár ringdi til løgregluna og boðaði frá, at hann helst hevði dripið konu sína.

Baldrut hjúnaband

Í gjár segði Hans Erik Raben, leiðari fyri drápsdeildini hjá løgregluni í Keypmannahavn, at málið var rættiliga greitt. 34 ára gamli føroyingurin hevði stungið donsku konu sína fleiri ferðir, og orsøkin var helst eitt baldrut hjúnaband.

Men í dag segði verjin hjá skuldsetta føroyinginum, Malene Wagner, at hann noktaði seg sekan, og bað um at fáa navnaforboð og hurðarnar latnar aftur. Tíðindafólkini mótmæltu, men kravið hjá verjanum varð eftirlíkað.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025