Hava ikki orku til at kanna partabrøv

Hava ikki orku til at kanna partabrøv
Johan Dahl, landsstýrismaður, fekk fyri løgtingsvalið heimild at kanna, um landið skal keypa einskildu partabrøvini í Atlantsflogi aftur. Men kanningin er ikki byrjað

03.02.2012 - 15:09

- Kanningin er ikki byrjað enn, tí vit hava havt so nógv annað at gjørt.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, um kanningina, sum landsstýrið gav honum loyvi til at gera, fyri at vita, um landið eigur at keypa aftur øll einskildu partabrøvini í Atlantic Airways.

Johan Dahl veit ikki at siga, nær kanningin byrjar.

- Tað verður, tá vit hava starvsorku til tað, sigur landsstýrismaðurin við Útvarpið.

Tað fór ikki stillisliga aftur við borðinum, tá Johan Dahl á veljarafundi í Vági hálvan oktober í fjør kunngjørdi, at landsstýrið hevði samtykt at keypa aftur einskilda partin av Atlantic Airways.

Aftaná kom fram, at landsstýrið tann 20.september gav Johan Dahl loyvi til at kanna, hvussu landið kann keypa einskildu partabrøvini aftur. Eingin avgerð varð tikin um keypið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860