- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður hittir íslendska uttanríkisráðharran

Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, er í dag farin á fund við íslendska uttanríkisráðharran, Össur Skarphéðinsson íHoyvíksráðnum. Fundurin er í Reykjavík.

Hoyvíksráðið er formligi politiska samstarvspallurin undir Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland. Sambært sáttmálanum skulu regluligar fundir vera millum avvarðandi ráðharrar á uttanríkis- og handilspolitiska økinum. Slíkir fundir verða hildnir annaðhvørt ár í Føroyum og Íslandi.

Á skránni fyri fundin í dag er eitt nú føroyskur fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og ynski hjá føroyingum um at útflyta landbúnaðarvørur til Íslands, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin fara eisini at umrøða onnur uttanríkispolitisk viðurskifti av felags áhuga, eitt nú viðurskifti við ES og samstarvið í Útnorði og í Arktis.

Í Íslandi fer løgmaður eisini at nýta høvið at hitta Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, og takka henni fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin læt sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør.