Ódnarveður í Suðuroy: Vindeygu trýst inn

Ódnarveður í Suðuroy: Vindeygu trýst inn
Streymurin hevur verið burtur, sethús hava fingið skaða og fleiri bilar eru farnir í ringa veðrinum í Suðuroy. Skúlar hava eisini sent børnini heim
Í Vági hava hús fingið skaða, tað sama hevur Skúladepilin í Hovi og fleiri bilar hava eisini fingið skaða, sambært Suðurrás
Mynd: sudurras.fo  
 
12.01.2015 - 11:14

Ringa veðrið, boðað hevur frá skuldi raka landið fyrrapartin, rakti fyri løtu síðan sunnastu oynna, har fleiri skaðar longu eru fráboðaðir.

Í Vági hava fleiri sethús fingið skaða, har klædningurin er rivin, og vindeygu eru farin inn í nógva vindinum, skrivar Suðurrás á netinum.

Fleiri skúlar í Suðuroy valdu eisini at senda skúlabørnini heim, tá ringa veðrið rakti. Tað hendi eftir at streymurin fór í Suðuroy fyrrapartin.

Tekja um at fara á sethúsum

Ein tekja var fyri løtu síðan við at loysna á einum sethúsum í Trongisvági, upplýsti Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri fyri útvarpinum, fyri løtu síðan.

Sýslumaðurin í Suðuroy, Jaspur Vang, bað fyrr í morgun fólk vísa umhugsni, tá tey ferðast uttandura. Hann ráddi somuleiðis fólki frá at koyra, var tað ikki hægst neyðugt.

Í útvarpstíðindunum klokkan 12:20 kanst tú frætta meira og fáa yvirlit yvir, hvussu ringa veðrið hevur rakt ymsastaðni í landinum fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096