A-inntøkan 32 milliónir størri fyrsta mánaðin

A-inntøkan 32 milliónir størri fyrsta mánaðin
Flatskatturin gav landskassanum minni inntøku í januar, men kommunurnar fingu fleiri skattakrónur fyrsta mánaðin í hesum árinum

02.02.2012 - 09:03

Øll A-inntøkan fyrsta mánaðin av 2012 var 660 milliónir krónur - tað eru 32 milliónir krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Til samanberingar var desember mánaður soltnari í fjør enn árið fyri, tí hena mánaðin fall lønarinntøkan16 milliónir krónur.

Januar, ið er fyrsti mánaðurin við flatskatti, gav landskassanum 94 milliónir krónur í landsskatti. Tað eru 18 milliónir krónur færri, enn landskassin fekk í januar í fjør.

Hinvegin fingu kommunurnar fleiri skattakrónur í sínar kassar, tilsamans 108 milliónir,  samanborið við 105 milliónir í januar í fjør.

Við skattabroytingini, sum kom í gildi á nýggjárinum, verður skattur eisini lagdur á eftirlønir við inngjald.

Eftirlønarskatturin gav í januar landskassanum 11,2 milliónir krónur. Tá eru inngjøldini í útlendsku eftirlønarkassarnar ikki tikin við, tí tær verða ikki skattaðar við inngjald fyrr enn 1. juli.

Inntøkan frá eftirlønarskattinum er minni enn roknað varð við, staðfestir Taks í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860