Tilfeingisgjaldið fer í privatar lummar

bannari
Tilfeingisgjaldið fer í privatar lummar
Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur og fyrrverandi fiskvinnustjóri, væntar ikki, at nøkur fiskivinnunýskipan kemur í hesum valskeiðnum
12.01.2015 - 19:56

Samgonguflokkarnir semjast ikki um nakra fiskivinnunýskipan fyri 1. februar sum ætlað, og Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur og fyrrverandi fiskivinnustjóri, væntar ikki, at nøkur fiskivinnunýskipan kemur í hesum valskeiðnum heldur.

Hann vísir á, at sjálvt um semja fæst við andstøðuna, skal eitt uppskot til hoyringar hjá øllum pørtum, og tað tekur tí.

Kjartan Hoydal sigur, at tað, sum politikararnir rópa tilfeingisgjald, hevur einki við tilfeingisgjald at gera. Tað verður kravt inn fyri at tippa hol í landskassanum, men veruliga tilfeingisgjaldið fer í privatar lummar heldur enn landskassan.

Sí samrøðu við Kjartan Hoydal, sum var gestur í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655