Níggju uppskot fyri ungdómstingið

Níggju uppskot fyri ungdómstingið
33 næmingar úr framhaldsdeildunum í Vági, Eysturskúlanum í Havn, Miðvágs-Sandavágs skúla og Vestmanna møta á ungdómstinginum, sum verður sett í tinghúsinum mánadagin

01.02.2012 - 14:16

Níggju uppskot komu til ungdómstingið, sum verður sett í Løgtinginum mánadagin.

Løgtingsformaðurin beyð í august í fjør næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum verður mánadagin og týsdagin.

Sjey skúlaflokkar tóku av. Tey níggju uppskotini fáa fyrstu viðgerð mánadagin. Atkvøtt verður um uppskotini týsdagin, tá tey hava fingið nevndarviðgerð, og álit eru skrivað um tey.

Eftir døgurða týsdagin eru munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólk á dagsskránni.

Ungu politikararnir hava uppskot um millum annað at strika meirvirðisgjaldið á frukt og grønmeti, fleiri tímar í ítrótti og fjarlestur sum sjálvstøðuga skúlaskipan.

Framhaldsdeildirnar í Vági, Eysturskúlanum, Miðvági-Sandavági og Vestmanna senda 33 fólk á ungdómstingið.

Tingvarpið fer at senda frá ungdómstinginum, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setur mánadagin klokkan 10.00.

Hetta er fjórðu ferð, ungdómsting er í Føroyum. Ungdómsting er annað hvørt ár. Tað fyrsta var í 2006.

Mynd: Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setur ungdómstingið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011