Sjúkrarøktarfrøðingar krevja hægri løn

Sjúkrarøktarfrøðingar krevja hægri løn
Sáttmálarnir, sum higartil eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum, eru einki at reypa av, heldur Vár í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum

01.02.2012 - 11:28

Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum nú skal til samráðingarborðið, fer at krevja meira í løn enn hini feløgini fingu.

Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru til reiðar at fara undir realitetssamráðingar nú, hóast sáttmálin fór úr gildi fyri fýra mánaðum síðani.

Vár í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sigur við Útvarpið, at hóast arbeiðsgevarin vann fyrsta slagið, er kríggið ikki liðugt. Feløgini, sum undirskrivaðu lønarsáttmálar í gjár, koma sterkt aftur, sigur hon.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur samráðingar fyri knappliga 700 limir.

Vár í Gong vil ikki upplýsa, hvat felag hennara fer at krevja í lønarhækking. Men teir sáttmálar, sum higartil eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum, eru einki at reypa av, heldur hon.

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur okkurt um 25 feløg eftir at samráðast við. Allir sáttmálar fóru úr gildi 1.oktober í fjør, men bíðað hevur verið eftir fakfelagssamstarvinum.

Snorri Fjalsbak á Lønardeildini sigur, at í løtuni er eingin samráðingarfundur í álmanakkanum. Men biðja feløg um fund, eru tey klár á Lønardeildini, annars fara tey helst at senda út fundarboð seinni í vikuni.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Mynd: Vár í Gong er forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777