Rektarin er væl nøgdur við metingina

Rektarin er væl nøgdur við metingina
Fróðskaparsetrið skal styrkjast og hava fleiri útbúgvingar, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari
13.01.2015 - 20:41

- Metingin er góð. Setrið hevur týdningarmiklar útbúgvingar, men tørvur er á fleiri útbúgvingum.

Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, nú ein serfrøðingabólkur hevur latið Mentamálaráðnum eina meting av Setrinum sum lærustovni.

Hann sigur, at eitt so lítið universitet sum Fróðskaparsetrið er viðkvæmt. Tí er umráðandi at styrkja tað og gera tað størri í vavi - við fleiri lesandi og starvsfólkum.

Sigurð í Jákupsstovu var gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214