Trý feløg skrivað undir sáttmála

Trý feløg skrivað undir sáttmála
Pedagogfelagið er einasta felag í fakfelagssamstarvinum, sum er farið í verkfall. Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at samstarvið eigur at verða endurskoðað

31.01.2012 - 18:20

Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivaðu seinnapartin undir nýggjan lønarsáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og sostatt er Pedagogfelagið einasta felag í fakfelagssamstarvinum, sum er farið í verkfall.

Lærarafelagið hevur longt sáttmálan í tvey ár við eini lønarhækking, sum er umleið 220 krónur um mánaðin. Sáttmálin hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag fevnir eisini um tvey ár, og lønarhækkingin hjá teimum 400 limunum, sum starvast hjá tí almenna, er somuleiðis  220 krónur um mánaðin.

Starvsmannafelagið hevur longt sín sáttmála í eitt ár, men limirnir í Starvsmannafelagnum fáa onga lønarhækking.

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur við Útvarpið, at felagið avgjørdii at taka prinsippini fram um ta eftir hennara tykki láturliga lítlu lønarhækking, sum felagnum stóð í boði.

Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur við Útvarpið, at fakfelagssamstarvið eigur at verða endurskoðað. Rumbul kom í samstarvið, tí serkrøv hjá fakfeløgunum komu í semingina, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777